Endamálið hjá stovninum er at skapa trivnað fyri børn, foreldur og starvsfólk. Barnið skal hava møguleika at menna seg í einum umhvørvið, sum er merkt av umsorgan, nærveru og tryggleika.
Vit vilja skapa rúm og tíð, soleiðis at barnið kann brúka sítt hugflog, undrast og mennast í samspæli við onnur. Vit virða ymiskleikan, og leggja dent á at stuðla tí einstaka barninum á tí støði barnið er.
Tað námsfrøðiliga málið er at virka fyri, at vit fáa sosial, sjálvstøðug, ábyrgdarfull, skapandi og lívsglað børn, sum kunnu taka lut í sosialum felagsskapum. Styrkja teirra førleikar at kunna klára seg í einum fjøltáttaðum og umskiftiligum samfelag.