Um Brosið

Dagstovnurin Brosið er ein kommunalur stovnur og letur upp 31.08.2017.
Stovnurin hevur sera góðar karmar, og liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, tætt við skúlan. Vit hava eitt stórt spælipláss, har børnini hava góðar møguleikar at fáa avbjóðingar og upplivingar, alt eftir sínum aldri og førleikum.
Á stovninum er 1 vøggustova við børnum 0 – 3 ár, 2 barnagarðsstovur við børnum 3 – 7 ár og frítíðarskúli fyri børn í 1. 2. og 3. flokki.
Vit hava ein skúlabólk, sum er saman einaferð um vikuna.

Stovnurin er opin allar yrkadagar frá kl. 7.30 til 17.00.
Vit ynskja, at børnini eru á stovninum í seinasta lagi kl. 9.30. Um barnið kemur seinni, mugu foreldrini ringja ella skriva eini boð til stovuna áðrenn kl 9.30 og gera eina avtalu við starvsfólki.

Leiðari:

Siri Næs Olsen : Leiðari


Siri Næs Olsen

Leiðari

23 75 80
siri@hvalba.fo

Húsavørður:

Hans Olaf Hentze : Húsavørður


Hans Olaf Hentze

Húsavørður

237565
husavord@hvalba.fo